FISKIVINNA
Í morgin landar landingarmiðstøðin Kongshavn partrolararnar Stelk og Bak, sum hava verið úti síðan 15. oktober. Hóast túrurin er úti, hava skipini bert sløk 120.000 pund av upsa, sum er vánalig veiða.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey eisini onnur skip hesa vikuna, tí flestu partrolararnir, sum plaga at landa í Saltangará, vóru inni og fóru útaftur fyri júst einari viku síðan.
- Tað er meiri undantakið, at skipini gera ein góðan túr, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn.
Árið 2009 var eitt sera gott ár í nøgd hjá partrolaraflotanum, og síðan royndust tey tvey árini undan 2009 – ávikavist 2008 og 2007 – eisini rímiliga góð.
- Soleiðis, sum veiðan hjá partrolarunum hevur verið higartil í ár, man árið kunna samanberast við okkurt av árunum fyri 2007, siga tey á Kongshavn.
Lagt verður aftrat, at helst koma aðrir partrolarar inn at landa miðskeiðis – ella í seinna parti av hesi vikuni .









