Bakur hevur verið á skipasmiðjuni á Skála, har skipið fekk nýtt kúlustevni. Harafturat er skipað vaskað og málað uttan, vaskað innan, samstundis sum anna viðlíkahaldsarbeiði er gjørt.
Bakur var á veg inn á Runavík at landa, tá hann sigldi á Eystnes. Tá skipið kom at bryggju, kom løgreglan umborð, og tað bleiv staðfest, at skiparin var sovnaður.
Meðan Bakur hevur verið á beding, hevur Stelkur partrolað saman við Munki. Týsdagin skal Stelkur upp á bedingina í Havn, og ímeðan partrolar Bakur við Munki. Teir fóru út fyrradagin.