Baku: Venjingin staðfesti uppstillingina

Tað verður rituvíkingurin við metinum í føroyskum fótbólti, sum byrjar í álopinum

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína triðju og næstseinastu venjing undan Nations League landsdystinum móti Aserbadjan, sum verður leygardagin í Baku.

 

Les eisini: Jákup vil úr FC Midtjyllandi

 

Tað tykist púra greitt, at tað verður Klæmint A. Olsen, sum verður okkara fremsti maður, nú Jóan Símun Edmundsson er skaddur. Longu tíðliga í venjingini endurtók Lars Olsen uppstillingina á vøllinum til taktisku vnjingina.

 

Gott nokk stóð Kristian Joensen úr KÍ í mál, men tað verður Gunnar Nielsen sum stendur í mál leygardagin. Í verjuni vóru Atli Gregersen mitt fyri, meðan Sonni Ragnar Nattestad var til vinstru og Odmar Færø til høgu. Á vongbakkunum vóru Gilli Rólantsson í høgru og Viljormur Davidsen í vinstru.

 

Les eisini: Tað stendur millum Klæmint og Jákup

 

Mitt á miðjuni verða tað Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson, meðan Sølvi Vatnhamar avloysir René Shaki Joensen sum framrættaður í høgru, meðan Brandur Hendriksson verður í vinstru. Aður venjingin upp í slag valdi Lars Olsen rituvíkingi við teimum nógv málunum í føroysku kappingini sum fremsta mann.

 

Venjingin var á einum venjingarvølli beint uttanfyri Olympiska leikvøllin í Baku, har sjálvur dysturin verður spældur. Ein leikvøllur, sum tekur upp í 68 túsund áskoðarar, men væntandi verða tað um 25 túsund til dystin.

 

FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn. Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika fyri at koma víðari.