Danska Matvørustýrið hevur nú afturkallað vaniljuís, ið verður roknaður sum óegnaður sum mannaføði. Talan er um ís við navninum - 'Jacob & Jakob Icecream vanille, økologisk'.
Sambært Matvørustýrinum er tað fyritøkan sjálv, sum við egnum kanningum hevur staðfest, at ov nógvur bakteriuvøkstur er í ísinum, sum soleiðis ikki er egnaður sum mannaføði.
Ráðini til brúkararnar, sum hava keypt henda ísin, eru tískil antin at beina vøruna burtur - ella at bera hana aftur í handilin, haðani ísurin er keyptur.
- Afturkallingin snýr seg um Jacob & Jakob-vaniljuís, sum hevur fylgjandi merking: Nettoinnihald/ nettovekt: 500 ml/ 370 g - Best fyri: 31/8-2017, við strikukotuni: 5707187001565, sigur Matvørustýrið.










