Í dag boða tey í Sunda kommunu frá, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Saksun.
Tí verður heitt á fólk um at kóka vatnið, sum skal drekkast, til boðað verður frá, at vatnið er reint aftur.
Tað eru bara nakrir fáir dagar síðan, at tey í kommununi boðaðu frá, at bakteriur eisini vóru í drekkivatninum aðrastaðni í kommununi.
Hin 15. desember varð nevniliga boðað frá, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum við Norðskála, Oyrarbakka, Oyri og í Nesvík.
Eisini her vórðu fólk biðin um at kóka drekkivatnið, til boðað verður frá, at vatnið er reint aftur.











