Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í fleiri bygdum í Runavíkar kommunu. Tað veit Runavíkar kommuna at siga í dag. Sagt verður, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Oyndarfirði, Funningsfirði, Elduvík, Æðuvík og á Rituvíkshálsi. - Tí, verða fólk biðin um at kóka drekkivatnið í hesum støðum, til onnur boð verða givin, siga tey í Runavíkar kommunu. |