Meginfelag Búnaðarmanna afturkallar í dag Sopa drykkirnar aftaná at innaneftirlitskanningar hjá felagnum vísa, at Sopi er dálkað við E. Coli og koliformum bakterium. Fráboðanin stendur á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.
Heilsufrøðiliga Starvstovan upplýsir, at summar av E. Coli bakteriunum kunnu verða vandamiklar.
Heitt verður á fólk, ið hava keypt vøruna, at antin lata hana aftur til handilin ella tveita hana burtur.
Talan er um vørurnar Sopi Mango, Sopi Jarðber, Sopi Vanilju, Sopi Ananas/Sitrón og Sopi Sólber/Tranber, ið hava pakkidag 4. september 2015 og seinasta sølidag 21. september 2015.