Í baklás

Mangan verður sagt, at teir, politikarar, sum vit velja í Løgtingið, eru settir at umboða fólkið og fólksins vilja.

Men sambært veljarakanningini er tað als ikki tað, teir gera í spurninginum um okkara rúsdrekkapolitikk.
Tí sambært veljarakanningini er stórur meiriluti fyri eini frælsari rúsdrekkalóg. Men í Løgtinginum eru framvegis so mikið nógvir løgtingslimir, sum fullkomiliga fara í baklás, tá ið hetta kemur upp á tal, at tað er als onki, sum letur seg gera.
Hvørja ferð, rúsdrekkaspurningar hava verið frammi í Løgtinginum, eru tað ein bólkur av tinglimum úr fleiri flokkum, sum altíð eru til reiðar at seta samgonguna í veð fyri at forða fyri, at nakrar sum helst broytingar henda fram ímóti eini frælsari rúsdrekkalóg.
Tí hendir púra onki í málinum, og tí kunnu vit enntá ikki so frægt sum sleppa at gera tær vørur sjálvir, sum vit annars frítt kunnu innflyta og brúka so galið, vit vilja.