Bakkin fór ...

Farvegurin eftir ógvusligu høgættaródnina herfyri sást eisini aftur á Viðareiði. Ein partur av bakkanum í Eiðsvík er farin og vandi er fyri, at hann kann fara enn meiri.

Viðareiði: - Her var so nógv brim, sum ein illa dugir at ímynda sær, sigur Dánjal Viðoy av Viðareiði.

Hann er ein teirra sum eigur bát og hevur neyst her í Eiðsvík, her rættiligur uppgangur var hetta ódnarkvøldið.

Tíbetur fyri hann og hinar bátaeigararnar liggja hesi neystini og bátarnir so mikið høgt uppi, at ógvusligi brimgangurin skalaði tey ikki.

- Ja, her var av allar allarmesta brimi, soleiðis at mølin og alt her niðri var fult av brimi – líka niðan móti rekkverkinum, greiðir hann frá.

Mikudagin í farnu viku hittu vit hann í neystinum, har hann var í ferð við at arbeiða uppá bátin.


Lopið

Hóast atløgubryggja er í Eiðsvík og hóast mølin er stór, so var brimgangurin so ógvusligur, at brimið snøgt sagt hevur máað inn undir bakkan.

- Tí er alt lopið niður haruppi, sigur Dánjal, meðan hann vísir umboðunum fyri Sosialin á skaðan, sum ódnin forvoldi.

Hann er sannførdur um, at skaðin má gerast aftur beinanvegin.

- Annars er vandi fyri at tað fer enn meiri, slær hann fast.

Eins og so nógva aðrastaðni kring landið, vita menn á Viðareiði nærum ikki um slíkt brim at siga. Hetta var bara ein ódn av teimum serstøku.

Orsøkin til ódnina varð søgd at vera, at tvey lágtrýst runnu saman í eitt, og at tey síðani raktu oyggjar okkara.


Nógv ár ímillum

Hóast Dánjal er komin nakað til árs, veit hann ikki um slíkt brim áður, soleiðis sum atløguviðurskiftini eysturi í Eiðsvík eru skipað í dag.

Í gomlum døgum lógu neystini munandi longu niðri enn tey gera tað í dag. Og tá vóru tey sjálvandi eisini meiri útsett fyri brimi.

- Eg minnist einaferð, at tað var rættiliga nógv brim, - so nógv, at tað skolaði heilt niðan til tað fjórða neystið.

- Tað er tíbetur nógv ár ímillum, at tað er slíkt brim, sigur Dánjal.




... og bakkin má gerast aftur

Viðareiði: Í greinini niðanfyri verður greitt frá tí skaðanum sum er hendur í Eiðsvík. Spurningurin um afturgerð av hesum skal eisini viðgerast í bygdaráðnum á Viðareiði, og verður hetta gjørt innanfyri teir komandi 14 dagarnar. – Alt hongur leyst, og tí er neyðugt at fáa serkøna hjálp at gera skaðan aftur, sigur borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg. Her má berast skjótt at, tí vandi er fyri at alt kann detta niður.