Nú fór hann. Bakkin, sum í nøkur ár hevur verið fyri hóttafalli. Veður og vindur tóku nú tað seinasta takið, og so skrædnaði.
Hann orkaði ikki meira. Misti enn eitt petti, sum tó ikki fór í havið beinanveg. Men tað fer seinni. Tí tá veturin aftur kemur, fer havið eisini at fáa meira veldi og taka alt meira til sín.
Alt nærri otar hann seg gomlu neystatoftunum. Hesum, sum kanska í øldir hava staðið her, tí teir, sum í síni tíð bygdu tær, hildu, at her stóðu tær so mikið væl og ovarlaga, at nú var eingin vandi.
Men sum tíðin leið, tók brimið alt meira burtur undan bakkanum. Og hann otaði seg bara longri niðan. Sløtt hella var undir, og hon vardi einki fyri nøkrum.
Men nú halda tey, sum eftir eru, at nokk er. Nú má hetta steðgast. Og so verða boð send eftir hjálp. Fáa fólk út í oynna at stoypa garð. Bakkaverju kalla tey tað.
Betong, sum aðrastaðni viðhvørt verður hildið lítið um, tí slíkt, sum grønt er, verður lagt undir hetta evnið eins og asfalt.
Men her vilja tey hava betong í aftur bakkan. Sum eina bjarging, so ikki tey nýggjaru neystini, spælhús og slíkt, sum stendur nær, eisini verður tikið av brimi og tíðini.









