Norðlýsið hevur verið í sambandi við Tummas Lervig, formann í KÍ, um orsøkirnar til at Eirik Bakke ikki bleiv nýggjur venjari hjá KÍ. Tað sá annars leingi út til, at fyrrverandi Leeds United miðvallarin fór at verða nýggjur stýrimaður í Klaksvík.
- Alt var komið uppá pláss og vit høvdu fyrireika almannakunngeringina av Eirik Bakke sum venjara hjá KÍ, men í síðstu løtu leyp hann frá, tí familja hansara ikki ynskti at flyta til Føroyar, sigur Tummas Lervig í viðtalu við Norðlýsið og leggur afturat:
- Tað kom óvart á okkum, at Eirik Bakke ikki valdi KÍ og tað harmist eg um. Vit hava haft samráðingar í eina tið og alt var klárt. Tíðinaskriv var skrivað, myndir vóru tiknar og vit høvdu eisini gjørt eitt sjónband har Eirik Bakke varð kunngjørdur, sum nýggjur venjari hjá KÍ.
Leiðslan í KÍ er longu í samráðum við aðrar venjarar. Tummas Lervig sigur, at hann vónar at KÍ hevur nýggjan venjara kláran áðrenn liðið skal á venjingarlegu síðst í hesum mánaðinum.










