Bakkafrostmálið ikki endaliga avgreitt

? Vit fara at kanna málið einaferð afturat, og so fara vit at taka støðu til, um vit skulu fara víðari við hesum málinum, sigur Bárður Enni, leiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum heldur tað vera sera óheppið, at politikarar taka eitt mál upp í valstríðið, sum ikki er endaliga avgreitt

Seinasta orðið er eftir øllum at døma ikki sagt enn í málinum um Bakkafrost. Fútin kom til ta niðurstøðu, at onki óregluligt er farið fram á Bakkafrost, men Bárður Enni, leiðari á Starvsstovuni sigur, at starvsstovan skal nú taka støðu til, hvat tað næsta stigi hjá teimum verður.
? Lat meg fyrst av øllum siga, at Starvsstovan fer ongantíð til fútan við einum slíkum máli, um ikki vit eru 100 % vís í okkara søk. Tað, at fútin er komin til aðra niðurstøðu, taka vit til eftirtektar, men vit fara at hyggja at málinum aftur og gera av, um vit skulu fara til ríkisadvokatin við tí ella bara lata tað liggja, sigur Bárður Enni, sum tó ikki vil fara í smálutir við hesum málinum.
Hann letur væl at samstarvinum millum Bakkafrost og Starvsstovuna annars og heldur verandi støðu vera sera óhepna fyri báðar partar.

Eftirlýsir kjak
Í valstríðnum, sum herjar oyggjarnar hesa tíðina, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan verið uppi og vent meira enn einaferð millum tey uppstillaðu.
? Politikarar blíva heitir, orð dettur av orði og so framvegis, tað kennir ein til. Men tað er sera óheppið, at tey taka eitt ávíst mál í teirra valstríð, sigur Bárður Enni.
Hann vísir á, at tað eru nógvar nýggjar ES kunngerðir komnar seinnu árini og sigur, at tað hevur havt umfatandi broytingar við sær á hesum økinum. Broytingar, sum samfelagið ikki hevur sett seg nóg væl inní. Og tískil heldur hann, at tað endar soleiðis, at tá eitt mál so kemur fram, standa fólk og politikarar spyrjandi og skilja onki.
Kjak upp og niður eru um skattin, men onki kjak er um hetta evnið og ei heldur nakar matvørupolitikkur á økinum, og tað eftirlýsir leiðarin á starvsstovuni.
? Vinnan og starvsstovan fylgja væl við hesum reglum, men tað kann tykjast sum at samfelagið ikki ger tað, sigur Bárður Enni, sum heldur at eitt kjak um nýggju ES kunngerðirnar kundi avgjørt verið við til at varpað ljós á hetta økið og samstundis verið við til at rudda nógvar misskiljingar av vegnum.
? ES reglurnar eru sera óføroyskar, og tí haldi eg, at eitt kjak, um vit eiga at halda okkum innan hesar reglurnar, sum ávirka alt okkara samfelag ella umskipa tær meira, so tær hóska betur til føroysk viðurskifti, hevði verið upp á sítt pláss, sigur Bárður Enni, sum tó leggur dent á, at tað eigur at bíða til málið um Bakkafrost endaliga er avgreitt.