Bakkafrost víðkar um aliøkið

Landsverk hevur lagt øki av til alibrúk út fyri Nes, sum Bakkafrost hevur søkt um. Tað sleppur bert ein alari at vera á hvørjum firði

Tað er Landsverk, ið stendur fyri arbeiðinum at leggja út nýggj aliøkir, og teir hava í hesum sambandi ráðført seg við Søfartstyrelsen og Kongshavnar havn.
Talan er um at økja aliøkið Kollafjørður-Tangafjørður til eisini at umfata økið út fyri Nes.
Úrslitið av hesum er ein ætlan, sum í høvuðsheitum fevnir um, at ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir verða sløktir. Ístaðin verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá.
Bakgrundin fyri ætlanini er broyting av kunngerð nr. 134/2009 um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kaldbaksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður-Tangafjørður.
Aliøki kunnu við hesum leggjast fram við Nes-landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Somuleiðis skulu bátar kunna sigla millum land og alistøðina.
Broytingin av siglingarleiðini inn á Skálafjørðin er send til hoyringar hjá viðkomandi havnamyndugleikum, kommunum, loðsbólki, Sjóvinnustýri og Vørn.
Loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi frá Bakkafrost.
Oddvald Olsen hjá Bakkafrost upplýsir, at tað partvíst er fyri at hava fleiri økir at velja í, tá teir flyta fiskin runt.
- Men tað kostar sjálvandi at upprætta eitt nýtt aliøki, so talan verður eisini um eina ávísa øking framleiðsluni, sigur Oddvald Olsen.
Økið, sum søkt er um, er 140X400 metrar.
- Har passa heilt nógvir aliringar, sigur Oddvald Olsen.