Føroyski alirisin Bakkafrost hevur nú svarað ákærunum hjá Paul Watson, leiðaranum fyri Sea Shepherd, um at føroyskar alifyritøkur fóðra alilaksin við grind.
Paul Watson hevur lagt nógva orku í at spreiða hendan boðskapin, og hevur lagt dent á, at hóast hann hevur biðið Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Harvest um antin at játta ella nokta fyri ákærunum, so hevur eingin teirra svarað honum.
Men um vikuskiftið svaraðu Bakkafrost og Havsbrún spurningunum. Ikki óvæntað, so verða ákærurnar hjá Paul Watson afturvístar.
- Bakkafrost vil við hesum fráboða, at einki av okkara alivirksemi hevur tilknýti til grindadráp. Eingir bátar ella onnur amboð hjá Bakkafrokst verður brúkt í grindadrápi, og okkara starvsfólk hava ikki loyvið at luttaka í grindadrápi í arbeiðstíð, skrivar alifyritøkan í svarinum til Paul Watson og leggur afturat.
- Bakkafrost ger hervið greitt, at eingin grind er í okkara fóðuri.
Poul Watson góðtekur tó ikki, at Bakkafrost roynir at taka frástøðu frá grindadrápi við at vísa á, at teirra starvsfólk ikki sleppa at luttaka í grindadrápi í arbeiðstíð.
- Hjá Bakkafrost at staðfesta, at einki av teirra alibrúkum hevur tilknýti til grindadráp er ikki rætt, tá starvsfólk luttaka í at drepa grind og delfinir.
Annars skrivar hann til sínar fylgjarar, at hann góðtekur svarið frá Bakkafrost, men ger greitt, at felagsskapurin fer at halda eyga við framtíðar virkseminum hjá alifyritøkuni.