Bakkafrost stuðlar landsliðnum

Bakkafrost og FSF hava undir­skriv­að stuðulsavtalu, ið inniber at alifyritøkan á Glyvrum verður høvuðs­stuðul hjá føroyska A-lands­liðnum næstu tvey árini

Tað var á tiðindafundi fyrra­partin í dag, at forsetin í fót­bólts­sambandinum, Christian Andreasen, og stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, skrivaðu undir stuðuls­avtaluna.
Christian Andreasen var fegin um avtaluna, sum gevur fót­bólts­sambandinum fleiri pengar at arbeiða við. Hann lýsti Bakkafrost sum eina stóra og sterka fyritøki, sum vendir sær til útlendskar kundar. Tí var hetta ein upplagdur møguleiki hjá teimum at fáa boðskapin út um landoddarnar, við at standa á bringuni á føroysku lands­liðstroyggjuni.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakka­frost, vísti á at Bakkafrost útflytur nógv til millum annað Svøríki, Týskland og Eysturríki, sum øll eru í undankappingarbólkinum hjá Før­oyum.
– Tað vísur seg, at fótbólturin er ein fínur inngangsvikul tá vit eru í samband við útlendskar kundar. Teir kenna ikki altíð so nógv til Føroyar, men teir kenna landsliðið hjá okkum, segði Regin Jacobsen millm annað á tíðindafundinum, sum var í FSF húsinum.
Hann legði afturat, at hann sær møguleikar fyri vøkstri í fleiri av hesum londnum og vónar at ein stuðulsavtala við landsliðið kann verða við til at økja útflutningin.
Stuðulsavtalan millum FSF og Bakkafrost er galdandi í tvey ár. Sjálv upphæddin á avtaluni verð­ur ikki upplýst.