Bakkafrost hevur undirskrivað avtalu um at keypa sølufelagið Faroe Seafood UK Limited. Felagið heldur til í Grimsby í Bretlandi og selur laks, men eisini annan fisk á bretska marknaðinum.
Faroe Seafood UK Limited hevur fýra fólk í starvi, harav 3 eru sølufólk. Ætlanin er, at tey halda fram í felagnum.
Felagið hevur selt laks hjá Bakkafrost, áðrenn felagið varð yvirtikið av alifyritøkuni.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at keypið av Faroe Seafood UK Limited gevur felagnum møguleika at selja laksavørur beinleiðis á bretska marknaðinum.
- Hetta kemur at styrkja okkara støðu, og vit síggja góðar møguleikar fyri at menna henda marknað enn meiri framyvir.
Samstundis, sum keypið av Faroe Seafood UK Limited verður gjørt, hevur Bakkafrost sett Símun P. Jacobsen sum søluleiðara hjá Bakkafrosti.
- Símun P. Jacobsen er 48 ára gamal og hevur drúgvar leiðslu- og søluroyndir, bæði innan sølu av hvítfiski og laksi til evropeiskar handilsketur, sigur Regin Jacobsen, stjóri.










