Bakkafrost stýrir móti 100.000 tonsum í 2022

Keypið av The Scottish Salmon Company fer at gera, at Bakkafrost um stutta tíð fer at framleiða 100.000 tons av laksi um árið.

 

Kyst.no, sum vísir til eina frágreiðing hjá Nordea, endurtekur søguna um, at Bakkafrost í september keypti meirilutan av partabrøvunum í The Scottish Salmon Company (SSC). Keypið merkir, at Bakkafrost við skotska alifelagnum økir um árligu framleiðsluna av laksi við 32.000 tonsum.

- Við keypinum er framleiðslan hjá Bakkafrosti nú meira enn 85.000 tons um árið, og tá væntaði vøksturin í báðum alifeløgunum tey næstu árini verður havdur í huga, fer árliga framleiðslan av laksi um tey 100.000 tonsini, áðrenn vit skriva 2022, skrivar kyst.no

Nordea heldur, at týdningarmiklastu samvirkanarárinini við keypinum av The Scottish Salmon Company - umframt lægri fastar útreiðslur til høvuðsskrivstovu og starvsfólk - kunnu knýtast til, at Bakkafrost longu hevur fóðurframleiðslu, sølu-og marknaðarføring.