Bakkafrost Processing á Glyvrum er ikki bara eitt av heimsins fremstu laksavirkjum. Eisini tá tað kemur til at spara orku og gera grøn átøk, ganga leiðsla og starvsfólkini á Glyvrum á odda.
Bakkafrost skrivar á heimasíðui, at Virkið hevur júst tikið nýggja hitaskipan í brúk, sum gagnnýtir orkuna úr verandi køli- og frystiskipan til upphiting.
Nýggja skipanin ber í sær, at oljunýtslan fellur úr sløkum 45.000 litrum í 2009 niður í 4.500 litrar í 2010, ella góð 90 prosent.
Í krónum og oyrum merkir hetta at oljurokningin fellur úr 190 tús. kr. u/mvg í 2009 niður í 23 tús. kr. u/mvg í 2010. Harafturat fellur CO2-útlátið í sama tíðarskeiði úr 119 tonsum niður í 12 tons.
Við verandi gassoljuprísi er árliga sparingin u/mvg og íroknað oljuavgjald, góðar 215 tús. kr.
Bakkafrost Processing upplýsir á heimasíðuni, at við verandi oljuprísum er afturgjaldstíðin av íløguni umleið tvey ár.
PB Consult hevur staðið fyri projektering og eftirliti. Renovent hevur verið høvuðsveitari til HVS-skipanina og Klima.fo hevur verið veitari av stýrisskipanini.