Tað var stór gleði, tá vegurin til ætlaðu lívfiskastøðina varð handaður. Men, her kemur eingin lívfiskastøð. Nú hevur kommunan samtykt prinsipielt byggiloyvi til smoltstøð í Skálavík.

Bakkafrost fingið prinsipielt byggiloyvi til smoltstøð

- Tað eru tíbetur eisini onnur enn vit, sum trúgva uppá, at Sandoyartunnilin fer at lata upp fyri ymiskum virksemi í oynni.

 

Tað var stór gleði, tá vegurin til ætlaðu lívfiskastøðina varð handaður. Men, her kemur eingin lívfiskastøð. Nú hevur kommunan samtykt prinsipielt byggiloyvi til smoltstøð í Skálavík.

Tað kom sum ein hvøkkur á mong, tá tað frættist, at eingin lívfiskastøð verður bygd í Skálavík. Men, líka so stórur hvøkkur, sum hetta var – líka so gleðiligt man tað ljóða í oyrunum á mongum, nú Skálavíkar kommuna hevur samtykt at veita Bakkafrost eitt prinsipielt byggiloyvi at byggja smoltstøð í bygdini.

 

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, váttar, at kommunan hevur fingið eina umsókn og hevur játtað prinsipielt byggiloyvi til smoltstøð. Lokalu náttúrufriðingarmyndugleikarnir hava verið í bygdini í samband við hetta mál, og nú verða tað so yvirfriðingarmyndugleikarnir, sum fara at viðgera málið.

 

Borgarstjórin sigur seg vóna og vænta, at ein verkætlan við smoltstøð í Skálavík fer at koma undir land, og at øll neyðug loyvi fara at koma uppá pláss. Nú er so fyrsta stigið tikið, sum er at játta eitt prinsipielt byggiloyvi, sum sjálvsagt er treytað av, at øll onnur neyðug loyvi koma upp á pláss. 

 

- Tað eru tíbetur eisini onnur enn vit, sum trúgva uppá, at Sandoyartunnilin fer at lata upp fyri ymiskum virksemi í oynni, og hetta fegnist eg um. Arbeiðið hjá MBM við at reisa eina ostaframleiðslu á føtur í Skálavík er væl í gongd, og nú hevur so Bakkafrost eisini søkt um byggiloyvi til smoltstøð.

 

Linjohn Christiansen sigur, at eitt annað mál, sum eisini er í gongd og sum verður neyðugt at loysa, soleiðis at kommunan kann veita bæði íbúgvum og vinnulívi grundleggjandi tænastur, er ein nýggj byggisamtykt, tí við veksandi vinnulívi fær kommunan eisini eina størri veitingarskyldu.

 

- Tað verður neyðugt at tillaga byggisamtyktina, soleiðis at hon verður hóskandi til okkara borgarar og fyri tað vinnulív, sum her kemur at verða, sigur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu.

Borgarstjórin fegnast um, at vinnulívið sær møguleikar, nú Sandoyggin um nakrar vikur fær fast samband við meginøkið.

- Vit fegnast um alt tað virksemi, sum vit longu hava her í bygdini við eitt nú eftirskúlanum og fantastiska virkseminum á Mølini, og vit fegnast eisini um, at vinnulívið inni á meginlandinum sær møguleikar í Skálavík og í Sandoynni annars, sigur Linjohn Christiansen.

 

 

 

 

 

Tað var stór gleði, tá vegurin til ætlaðu lívfiskastøðina varð handaður. Men, her kemur eingin lívfiskastøð. Nú hevur kommunan samtykt prinsipielt byggiloyvi til smoltstøð í Skálavík.