Royndir úr ringunum hjá Bakkafrost út fyri Selatrað elva til illgruna um sjúkuelvandi ILA virus.
Bakkafrost hevur gjørt royndirnar saman við myndugleikunum, tað vil siga Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Nú fyribilsúrslitini eru greið, sendir Bakkafrost í kvøld út soljóðandi tíðindaskriv.
Illgruni um sjúkuelvandi ILA virus í alibrúkinum hjá Bakkafrost út fyri Selatrað. Endaligt úrslit kann væntast um nakrar vikur.
Tað var í samband við vanligar yvirvøkuroyndir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum á Selatrað (A-80), at úrslit frá greiningum bendu á illgruna um ein sjúkuelvandi variant av ILA virusinum. Trivnaðurin hjá fiskinum er ikki ávirkaður, og einki serstakt felli er staðfest.
Greiningar av trimum sýnum við RT-PCR kanning góðu ábending um eitt virusslag, ið kann geva ILA sjúku hjá laksi. Nærri kanningar hava víst, at tann eina av hesum trimum royndunum kann vera sjúkuelvandi.
HFS og Bakkafrost hava síðani tikið enn fleiri sýn, og er hetta sama møguliga sjúkuelvandi ILA virusið staðfest í fleiri sýnum. Kanningar og uppskurður av fiski hava tó ikki víst nøkur sjúkutekin.
Hóast hetta, so hevur Bakkafrost saman við myndugleikunum avgjørt at seta í verk ILA tilbúgvingina alt fyri eitt og tí framskunda tøkuna fyri soleiðis at minka um váðan fyri smittuspjaðing. Tøkan var væl ávegis, og er bert ein ringur eftir. Talan er um ein ring við fiski á uml. 5,0 kg í meðal – kruvd vekt, sum verður tikin komandi vikuna. Tá ið hann er tikin, er alibrúkið tómt.
Bakkafrost boðar somuleiðis frá, at felagið fer at senda út nýtt kunningarskriv, tá endaligu úrslitini frá alibrúkinum á Selatrað fyriliggja.