Bakkafrost Open í Vestmanna

Leygardagin og sunnudagin 29.- og 30. oktober varð skipað fyri Badminton kapping í Vestmanna, har heitið var “Bakkafrost Open”.

 

Hetta var 2. umfar í Grand Prix kappingini fyri einstaklingar, sum Badmintonsamband Føroya skipar fyri. Kappingin var skipað fyri við stuðuli frá Bakkafrost – og harvið heitið.

 

Tað var Badminton nevndin hjá VÍF sum skipaði fyri kappingini, og vóru tað 160 luttakarar úr øllum Badminton feløgum úr Føroyum, og fyri fyrstu ferð vóru luttakarar úr nýstovnaða Badminton felaginum av Eiði við.

 

Spælt var í U-11, U-13, U-15, U-17 og Vaksin, og var tað uppdeilt í bólkar, har hvør bólkur sær, kappaðist um fyrsta pláss. Medaljur vórðu handaðar til 1., 2. og 3. pláss í hvørjum bólki.

 

U-11 bólkur A:

Nr. 1: Ari Nandy (MBF), nr. 2: Ragnar Weihe (MBF), nr. 3: Samuel Eyðsteinsson (MBF) og Tóri N. Olsen (Íf).

 

U-13 bólkur A:

Nr.1: Dann Fróðasson (MBF), nr.2: Andrass Dánjalsson (MBF), nr.3: Gunnvá Jacobsen (HBF) og Brandur Jákupsson (HBF).

 

U-15 bólkur A:

Nr.1: Kristina Eriksen (HBF), nr.2: Jákup Jacobsen (ÍF), nr.3: Sólfríð Hjørleifsdóttir (VÍF) og Aron Cornette (ÍF).

 

U-17 bólkur A:

Nr. 1: Bartal Poulsen (VÍF), nr. 2: Magnus Dal-Christiansen (HBF), nr. 3: Martin de Friis Justinussen.

 

Vaksin bólkur A:

Nr. 1: Rógvi Poulsen (HBF), nr. 2: Magnus Gaard (HBF), nr. 3: Magni J. Hansen og Torkil Petersen (MBF).