Bakkafrost og HiddenFjord á felags bási í Boston

Føroysk alifeløg vóru aftur í ár sjónlig á stóru fiskavørumessuni International Boston Seafood Show.

- Føroyskur laksur var sjónligur, bæði á beriposum og á øllum navnaskeltunum. Stórur áhugi er framvegis fyri føroyskum laksi í USA.

Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag.

- Feløgini Bakkafrost og HiddenFjord høvdu í ár felags bás, har feløgini møttu verandi viðskiftafólkum og fingu høvi at knýta sambond við nýggj viðskiftafólk.

Lagt verður aftrat, at messan gekk væl, og at stórur áhugi var millum amerikanskar keyparar fyri føroyskum laksi, sum hevur gott orð á sær viðvíkjandi góðsku.

- Føroysku feløgini høvdu aftur í ár spent seg út fyri at vera sjónlig á messuni. “Salmon from the Faroe Islands” stóð á øllum beriposum og navnaskeltum á messuni, sum hevði umleið 20.000 vitjandi.

Seinastu fimm árini er útflutningurin av laksi til USA øktur nógv, og amerikanskir keyparar rinda vanliga góðan prís fyri føroyska laksin.

Vinnuhúsið sigur, at Marine Harvest Faroes var eisini við á messuni í Boston.