Eftirspurningurin eftir lidnum laksavørum frá Bakkafrost er so mikið stórur, at alifyritøkan skal hava mannað eina framleiðsluvakt afturat.
- Seinastu tvey árini hava vit arbeitt við at økja um framleiðsluna og roynt at funnið tað rætta tíðspunktið. Nú er tíðin komin, og tí hava vit keypt fleiri maskinur og útgerð, soleiðis at vit kunnu koyra eina vakt afturat í gongd, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen.
Væntandi skulu eini 35 fólk verða á nýggju framleiðsluvaktini.
Seinastu árini hevur Bakkafrost merkt ein øktan eftirpurning eftir lidnum laksavørum í portiónum.
- Millum ein triðingur og 45 prosent av okkara laksi verða framleidd til lidna vøru, og eftirpurningurin eftir júst hesum vørunum veksur alsamt. Vit meta, at nú er tíðin komin, har vit skulu økja um framleiðsluna, og maskinurnar eru keyptar, meiri frystiútgerð er sett upp, so nú manglar okkum bara fleiri starvsfólk, greiðir Regin Jacobsen frá.
Tá tað kemur til liðugt framleiddar vørur í portiónum, hevur tað serliga verið í Europa, at eftirspurningurin er øktur.
- Men vit fáa eisini ordrar frá øðrum marknaum uttan fyri Europa, og við øktu framleiðsluni kunnu vit av álvara fara at arbeiða miðvíst við teimum marknaðunum, sigur Regin Jacobsen.
Tey umleið 35 størvini verða sett í morgin, og nýggja framleiðsluvaktin skal eftir ætlan byrja í næstu viku.