Bakkafrost letur Skótadepilin innrætta seg á smoltstøð

- Vit hava ongar ætlanir um at lata smoltstøðina á Selatrað uppaftur, og tí hava vit nú latið skótarnar sleppa inn á smoltstøðina, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti

SKÓTAR

Stóra ali- og framleiðslufyritøkan Bakkafrost á Glyvrum hevur gjørt av at lata Skótadepilin á Selatrað sleppa at brúka tveir av bygningunum, sum felagið eigur á økinum, har smoltstøðin hjá felagnum liggur á Selatrað.
- Vit hava latið Skótadepilin sleppa inn á smoltstøðina við ymiskum aktivitetum, og síðan fáa vit at síggja, hvussu verður frameftir.
Tað sigur stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen.

Fáa at síggja
Sosialurin hevur í allan morgun roynt at fingið fatur á Magna Laksáfoss, sum umboð fyri Miðlahúsið hitti á Selatrað í vikuskiftinum, men tað hevur tíverri ikki eydnast.
Vit hava skilt, at Bakkafrost hevur víst Skótadeplinum stóra vælvild, og at ikki er óhugsandi, at talan upp á longri sikt kann gerast um meiri enn brúk av nevndu bygningum.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, vil tó ikki vátta, at meiri liggur í hesum enn, at felagið fyribils hevur latið Skótadepilin sleppa inn í tveir av hesum bygningum – og fer at lata skótarnar innrætta seg her, sum hann tekur til.
- Nú fáa vit at síggja, hvat hetta kann útvilka seg til, sigur stjórin.
Regin Jacobsen vísir á, at Bakkafrost er positivt um virksemið hjá skótunum, sum hann sigur fer fram á sjálvbodnum grundarlagi.
- Vit halda, at skótarnir gera eitt ógvuliga gott arbeiði, og hetta vilja vit virðismeta við at lata tey sleppa inn á smoltstøðina við nøkrum av sínum aktivitetum, sigur hann.
Stjórin í Bakkafrosti sigur, at felagið ongar ætlanir hevur um at lata smoltstøðina á Selatrað uppaftur, tí felagið hevur aðrar smoltstøðir, sum klára tað virksemi, sum felagið hevur tørv á.

Húsvillir bátar
Tá tað ikki eydnaðist Sosialinum at fáa fatur í Magna Laksáfoss í morgun, vendu vit okkum til Kjartan Dalsgaard, sum í nógv harrans ár hevur verið ein partur av skótavirkseminum í Føroyum.
- Nú eri eg ikki í nevnd longur, men eg taki tó framvegis lut í virkseminum á Selatrað, eitt nú við upplýsing um praktiska nýtslu av deplinum. Eg plagi eisini at leggja ætlan fyri útlendskar gestir, sum vitja depilin, eins og eg plagi at vera ferðaleiðari hjá teimum.
Kjartan Dalsgaard sigur seg ikki kenna til avgerðini hjá Bakkafrosti um at lata Skótadeplinum ein part av smoltstøðini til brúks.
- Men eg veit, at tað hevur verið trupult hjá okkum at hýst teimum bátum, sum depilin hevur fingið í gávu og eigur. Vit hava eingi hølir havt til hesar bátar, og í vetur hava teir verið á Oyri, har teir eru sjeinaðir upp til summarið, sigur hann.

50-60 gistandi
Kjartan Dalsgaard sigur, at Skótadepilin á Selatrað hevur pláss fyri umleið 50-60 gistandi innandura, tá talan er um leigu, og haraftat kunnu mong sova úti í tjøldum.
- Í deplinum hava vit 14 kømur, har trý fólk kunnu sova í hvørjum karmari, og haraftrat hava vit eina smáttu, har seks fólk kunnu sova.
Kjartan sigur, at tey eisini hava brúkt sonevndu ”vinkulstovuna” í bygninginum til gisting, men hesa vilja tey helst sleppa undan at brúka.
Kjartan Dalsgaard vísir á, at krøvini til leigu eru heilt øðrvísi, enn tá tað eru skótar, sum húsast í Skótadeplinum.
- Tað er munur á at búgva til leigu – og so, tá tú býrt í tínum egna, sum hann tekur til.
Sosialurin fer í øðrum blaði at práta við Magna Laksáfoss um, hvat Skótadepilin ætlar at brúka hesar báðar bygningarnar á smoltstøðini til, sum Bakkafrost nú hevur lati skótunum til brúks.