Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um keyp av einum 75 metra langum fóðurskipi. Hetta er annað fóðurskip av hesari stødd, sum JT electric skal lata Bakkafrost í 2018.
– Vit fegnast um, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric.
Fóðurskipið verður útgjørt við framkomnu fóðurskipanini, sum er ment á Kambsdali. Fólk frá JT electric skulu leiða umbyggingina, sum verður gjørd á einari skipasmiðju í Póllandi. Tøknin umborð verður framleidd í Føroyum og síðan sett í skipið á pólsku skipasmiðjuni.
Hetta er áttanda fóðurskipið, sum JT electric letur føroysku alarunum. Á JT electric starvast 33 fólk, harav 6 fólk arbeiða á eini menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.