Bakkafrost keypir næststørsta alifelag í Skotlandi

Ætlanin er at sameina tað besta úr Bakkafrost og tað besta úr skotska felagnum

 

Bakkafrost kunnger nú, at í dag hava tey skrivað undir bindandi sáttmála um at keypa av 68,6 prosent av The Scottish Salmon Company Plc frá Northern Link Ltd., stytt SSC.

SSC er næststørsta alifelagið í Skotlandi og tey taka eini 30.000 tons av laksi um árið.

Felagið er skrásett á børsinum í Oslo og ætlanin hjá Bakkafrost er at geva hinum partaeigarunum sama tilboð. Keypsprísurin fyri hvørt partabræv er 28,25 norskar krónur og tilsamans er SSC vert 4.351,9 milliónir.

Bakkafrost sigur, at keypið verður fíggjað við nýggjum partabrøvum og reiðum peningi.

– The Scottish Salmon Company er eitt alifelag í fremstu røð við høvuðssæti í Edinburgh í Skotlandi. Aliøkini eru á vesturstrondini á Skotlandi og Hebridunum. SSC er kent fyri sína høgu góðsku og sínar merkivørur, sigur Bakkafrost.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur í eini fráboðan, at tey á Bakkafrost eru sera spent at samstarva við SSC.

– Hetta er eitt spennandi strategiskt keyp, bæði fyri Bakkafrost og SSC, har vit fara at leggja dentin á at taka tað besta úr báðum feløgunum og sameina hesi, sigur hann.