Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2017 gjørdist met gott á 1.378 milliónir krónur í mun til 1.165 milliónir krónur fyri 2016. Fallandi laksaprísurin í 2017 hevði stóra ávirkan á negativu virðisjavningina av biomassanum, og tí gjørdist úrslitið fyri 2017 eftir skatt 511 milliónir krónur.
– Bakkafrost hevði eitt gott ár í 2017. Laksaprísurin var methøgur fyrra hálvár, men lækkaði ógvusliga seinna hálvár, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og hann heldur fram:
– Avbjóðingar hava verið í árinum bæði við seiðalús og ILA. Týdningurin av góðum veterinerum kørmum kann ikki yvirmetast. Bakkafrost mátti taka allan alifiskin á einum aliøki í skundi við lágari miðalvekt fyri at tryggja, at sjúka ikki breiddi seg. Hetta viðførdi stórar eykaútreiðslur fyri felagið. Liðugvørudeildin hevði positivt rakstrarúrslit í hesum ársfjórðingi fyri fyrstu ferð síðan 2015. Eitt gott kappingarføri er avgerandi fyri vinnuna.
– Langa virðisketan hjá felagnum vísti enn einaferð sítt virði. Havsbrún hevði sera gott ár í 2017. Arbeitt verður við at víðka virðisketu felagsins við avtaluni, sum er gjørd um føroysku lívfiskaætlanina. Tað fer at krevja bæði pening og ídni at menna føroysku lívfiskaætlanina, men vit halda, at hetta er ein spennandi verkætlan, sum fer at geva okkum avkast í longdini, sigur hann.
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 1.233 milliónir krónur í 2017 samanborið við 1.114 milliónir krónur í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 75 milliónir krónur fyri 2017 í mun til eitt rakstrarhall á 201 milliónir krónur í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í 2017 var 266 milliónir krónur samanborið við 248 milliónir krónur í fjør.
Fyri fjórða ársfjórðing 2017 var samlaða rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 331 milliónir krónur samanborið við 350 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2016. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2017 var 11.470 tons, og fyri alt árið tók felagið 54.615 tons samanborið við 47.542 tons í 2016.