Í morgun fekk alifyritøkan Bakkafrost handað nýggju tvíkiljuna Selgjógv, ið fyritøkan KJ hevur gjørt.
Selgjógv, ið mátar 14x7mtr stevndi út av Fuglafirði klokkan 10 í morgun við kós móti Gøtuvík, har tvíkiljan verður heimahoyrandi.
Talan er um nýbygning nr. 42 hjá KJ síðan 1999, og meira er í væntu. Fyritøkan hevur nevniliga longu gjørt avtalur við Luna og Marine Harvest um nýbygningar nr. 43 og 44.