Bakkafrost ger íløgur fyri 2,2 mia krónur

Laksaprísurin var umleið 6 norskar krónur lægri í fyrsta ársfjórðingi 2018 samanborið við fyrsta ársfjórðing 2017. Prísgongdin var tó uppgangandi í fyrsta ársfjórðingi 2018 í mun til fallandi í fyrsta ársfjórðingi 2017. Móti ársenda 2017 fall laksaprísurin munandi, og eftirspurningurin eftir laksi øktist. Hetta, saman við avmarkaðum útboði, viðførdi positiva prísgongd í fyrsta ársfjórðingi 2018.

 

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 10% í fyrsta ársfjórðingi 2018 í mun til fyrsta ársfjórðing 2017. Væntað verður, at Norra og Kili fara at økja sína tøku av laksi í 2018 í mun til 2017, og at samlaða tøkan av laksi í 2018 fer at økjast við áleið 4%. Vøksturin í tøkunøgdum verður væntandi áleið 2% restina av árinum.

 

Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2018 verður væntandi um 13,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016.

 

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 13% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2018. Sáttmálastøðan er nærum óbroytt í fyrsta ársfjórðingi 2018.

 

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð.

 

Nýggja laksamjøl- og -lýsiframleiðslan á Havsbrún byrjar eftir ætlan í 2. ársfjórðingi 2018, og full framleiðsla verður væntandi í seinna hálvári 2018. Hendan framleiðsla fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og góðskingarvirkinum á Glyvrum.

 

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2018.

 

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

 

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so fram-tíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.

 

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og nýggja avtalan um fígging frá banka, sum varð undirskrivað í fyrsta ársfjórðingi 2018, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.