Føroyski alirisin hevur ikki mist vónirnar um at keypa seg inn í kappingarneytan, Marine Harvest Faroes.
19. apríl boðaði Bakkafrost frá, at fyritøkan hevði keypt 27 prosent av partabrøvunum í Marine Harvest Faroese frá Eik Banka. Kostnaðurin var 54 milliónir krónur.
Handilin fall ikki í góða jørð hjá teimum í Marine Harvest. Felagið skýrdi keypsroyndina hjá Bakkafrost at vera eitt aggressivt álop á seg, og tá avtornaði valdi norska móðirfelagið, Marine Harvest ASA, at brúka sín forkeypsrætt og sjálvt keypa partabrøvini.
Harvið skuldi ein trúð, at málið varð avgreitt. Men so er ikki, tí Vinnumálaráðið hevur gjørt norska Marine Harvest ASA greitt, at við keypinum kemur felagið enn meira í stríð við føroysku alilógina. Tað váttar Søren Pram Sørensen, leiðandi løgfrøðingur í Vinnumálaráðnum.
Tann støðan hevur givið Regini Jacobsen vónir um, kortini at kunna keypa seg inn í kappingarneytan.
Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen og Søren Pram Sørensen her: