Bakkafrost byggir smoltstøðir fyri 100 milliónir

Smoltini skulu fáa longri tíð at vaksa seg stór, áðrenn tey verða tikin úr kørunum á landi og sett út á sjógv. Meðalvektin skal økjast úr 100 grammum upp í 150 gramm.

Tað er málið hjá Bakkafrost, sum tí ætlar at brúka 100 milliónir krónur at útbyggja sínar smoltstøðir.

Afturfyri fær fyritøkan okkurt um 10 prosent størri kapasitet í sínar aliringar – av tí einføldu orsøk, at laksurin verður styttri tíð í ringunum.

Bakkafrost boðaði í gjár frá umfatandi íløgum næstu fimm árini. Verandi virksemi í Klaksvík, Fuglafirði, Kollafirði, Argjum og Strondum skal savnast í nýggjum virki á Glyvrum. Eisini skal fyritøkan byggja ein brunnbát fyri umleið 220 milliónir krónur.

Tilsamans skal Bakkafrost gera íløgur fyri 1,1 milliard krónur næstu fimm árini.

Við at útbyggja smoltstøðirnar fær Bakkafrost sum nevnt 10 prosent meira kapacitet í aliringarnar á sjógvi. Og tað vil so aftur økja laksaframleiðsluna, sigur felagið.

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, her: