- Á Bakkafrost eru vit errin av okkara vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum.
Tí fer Bakkafrost á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík - hin 18. august í tímunum frá klokkan 12.30 til 19 - at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum.
- Hetta fer tram á dekkinum umborð á M/S Rólant, har fólk eru vælkomin at leggja leiðina framvið at royna hesar leskiligu, men heldur øðrvísi, smakkiroyndir.
Á Bakkafrost siga tey seg vóna, at smakkiroyndirnar umborð á M/S Rólanti fara at geva vitjandi á sjómannadegnum íblástur til aðrar laksarættir.