Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar í morgun, at av øllum teimum 12 feløgunum, sum eru skrásett á keypsskálanum í ár, hevur Bakkafrost klárað seg best Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá feløgunum, sum eru skrásett á keypsskálanum í ár. Heimsbúskapurin er óstøðugur, og tað hevur eisini merkt keypsskálan. Av teimum 12 feløgunum, sum eru farin á Oslo Børs í ár, hava heili nýggju av feløgunum havt minni vøkstur enn tað almenna høvuðsindeksið. Okkurt undantak er tó, og her verður Bakkafrost nevnt sum eitt undantak.
Andreas Lorentzen frá Storebrand Kapitalforvaltning sigur um Bakkafrost, at áhugin hevur verið stórur fyri felagnum, børsnoteringin gekk væl og var yvirteknað, og laksamarknaðurin hevur eisini verið til vildar. Kursurin á Bakkafrost partabrøvunum var við byrjan 31 krónur, fór síðani upp á 40 krónur, og er síðani fallin eitt sindur aftur, men er tó væl hægri enn við børs byrjan.