Bakkafrost ASC góðkenning í heyst

Keyparar gerast alsamt meira tilvitað um, hvat tey vilja keypa, og tí mugu vit fylgja við. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum tí vil hava sín laks ASC-góðkendan. Fyrsta stig er at fáa aliøkið við Gulan góðkent

Keyparar gerast alsamt meira tilvitað um, hvat tey vilja keypa, og tí mugu vit fylgja við. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum tí vil hava sín laks ASC-góðkendan. Fyrsta stig er at fáa aliøkið við Gulan góðkent.

 

ASC stendur fyri Aquaculture Stewardship Council. Standardurin byggir á trúvirði, opinleika, gjøgnumskygni, effektivitet og meirvirði. ASC hevur sum aðalmál, at øll framleiðsla skal fara fram á burðardyggan hátt, og fyritøkurnar við ASC-góðkenning skulu taka atlit til umhvørvi, villini djóralív og samfelagið annars.

 

– Vit hava sett okkum sum mál at betra um framleiðsluna á rættuliga nógvum økjum. Við ASC góðkenningini kunnu vit máta, um tað gongur rætta vegin við tí, sigur Regin Jacobsen.

 

Stjórin vísir á, at á henda hátt verður fyritøkan kannað og vigað av uttanhýsis serfrøðingum hjá ASC, einaferð um árið. Sambært Regini Jacobsen krevst rættuliga nógv av fyritøkuni fyri at fáa ASC góðkenning, og okkurt um 150 ymisk punkt skulu lúkast. Í fyrstu syftu hevur Bakkafrost tí valt at fokusera á aliøkið við Gulan á Havnarvág.

 

– Vit hava arbeitt við góðkenningini í eina tíð, umsóknin er nú farin avstað, og gongst sum ætlað fáa vit ASC-góðkenningina einaferð í heyst, sigur Regin Jacobsen.

 

Málið er at fáa alt virksemið í Bakkafrost samtakinum ASC góðkent. Men stjórin ásannar, at tað kann gerast eitt rættuliga stórt og umfatandi arbeiði.

 

– Men tá vit hava fingið fyrstu góðkenningina uppá pláss, so hava vit samstundis gjørt nógv yvirskipað ting, ið vit kunnu brúka í víðari arbeiðnum at fáa alt felagið góðkent, sigur Regin Jacobsen.

 

Hóast tað er eitt umfatandi arbeiði at fáa ASC góðkenning, so er stjórin í Bakkafrost sannførdur um, at arbeiðið bæði er neyðugt og eisini fer at loysa seg:

 

– Her og nú gevur ein ASC-góðkenning hægri prís fyri laksin. Men við verandi gongd kunnu vit væl koma í ta støðu, at um 5-10 ár verður trupult at selja laksin, um hann ikki hevur eina slíka góðkenning. Góðkenningin kann gerast ein fortreyt fyri yvirhøvur at vera við á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen.

 

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.