Bakkafrost 323 milliónir í yvirskoti

Úrslitið hjá Bakkafrost-samtakinum fyri 2011 er áljóðandi 323 milliónur krónur eftir skatt, og hevur samtakið eina eginogn 1.061 milliónir krónur. Aðalfundurin samtykti at útgjalda vinningsbýti upp á 1,00 krónu fyri hvørt partabrævið, svarandi til 48,9 milliónir krónur í alt.

Aðalafundurin samtykti m.a. eisini, at teir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali vóru afturvaldir í eitt tvey ára skeið. Teir vóru Johannes Jensen, Virgar Dahl og Trine Sæther Romuld. Hinir nevndarlirnir eru Rúni M. Hansen, sum er nevndarformaður, Annika Frederiksberg og Odd Eliasen.

Í valnevndina vóru vald Gunnar í Liða, Helge Moen og Líggjas í Bø. Hinir limirniri í valnevndini eru Tummas Eliasen og Bergur Poulsen.

Harafturat varð samtykt, at nevndin í Bakkafrost fekk heimild til vegna felagið at keypa upp til 10% í egnum partabrøvum og at hækka partapening felagsins við upp til 4.800.000 partabrøvum nominelt. Eisini vóru aðrar lógarkravdar viðtøkubroytingar viðtiknar, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.