Bakkafrost 109 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Fríggjadagin legði Bakka­frost fram roknskapin í Oslo.

Roknskapurin vís­ir, at rakstr­ar­úr­slitið hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár 2010 var 109 mill­i­ónir danskar krónur ímóti 91 milli­ónum sama tíðarskeið í fjør. Netto­úrs­litið eftir skatt er 78,8 milli­ónir krónur ímóti 57,4 sama tíðarskeið ífjør. Bio­log­iska gongdin er fram­hald­andi góð, og marknaðurin er sera góður.
- Bakkafrost hevur í fyrra hálv­ári eina framgongd, hóast selda mongdin er lækkað. Tað er ser­stakliga at fegnast um, at avlopið fyri hvørt selt kilo er hækkað. Vit hava góðar vón­ir fyri restina av árinum. Sam­an­lagt er ætlanin at taka eini 24.000 tons av laksi í ár, sig­ur Regin Jacobsen, stjóri á Bakka­frost.
Hann sigur víðari, at sølan hev­ur í fyrra hálvári 2010 ver­ið íalt 390 milliónir krónur sam­an­borið við 277 mió kr fyrra hálvár 2009. Mongdin er 28% lægri fyrra hálvár 2010 enn sama tíðarskeið ífjør, men prísurin hevur ve­r­ið væl hægri. Samanlagt vóru 5.341 tons tikin í øðrum árs­fjóðringi 2010 samanbori við 7.406 tons í sama tíðarskeiði 2009. Samlaða selda mongdin fyrra hálvár 2010 er sostatt 11.085 tons
Parturin av laksi, sum er víð­ar­ivirkaður til lidnar vørur hevur í øðrum ársfjóðringi verið 67%, hetta er heldur hægri partur enn vanligt, eft­ir­sum samlaða mongdin av laksi hjá samtakinum hevur verið lægri enn vanligt. Tað verður mett at hesin partur verður nakað lægri í seinna hálvári.