Tá fíggjarlógin var fyri í Fólkatinginum týsdagin 29. november í fjør gjørdu øll framsøgufólkini greitt, at tað fór ikki at blíva talan um at hækka blokkin á nakran hátt aftureftir. Men talan kundi verða um at prístalsviðgera blokkin framyvir, tað lótu flestu framsøgufólkini hurðina standa á gloppi fyri.
Tá orðaskiftið endaði, skar Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, møguleikarnar út í papp, tá hann segði:
– Eg havi móttikið eina fráboðan frá landsstýrinum við ynski um at hækka blokkin, og bæði danska stjórnin og eg sjálvur eru greitt av teirri fatan, at blokkstuðulin antin verður latin nominelt óbroyttur, eins og við avtalunum millum fyrrverandi donsku stjórnina og fyrrverandi landsstýrið, ella kunnu vit framyvir gera eina prístalsviðgerð, eins og vit gera við blokkstuðlin til Grønlendska sjálvstýrið.
Gevið gætur, at Bjarne Corydon vísir á avtalu millum fyrrverandi donsku stjórnina – sum Sambandsflokkurin var partur av – og fyrrverandi landsstýrið í Føroyum, sum varð stjórnað av Kaj Leo Johannesen!
Eitt er so tað, at Bárður eins og Edmund og Kaj Leo geva Sjúrði Skaale skylduna, men tað sum var enn meira áhugavert í kjakinum í Degi og viku í gjárkvøldið var, at Bárður Nielsen als ikki bakkar sín egna løgmann upp.
Løgmaður er í trongum skóm, og hann treingir til eina uppreisn, um samgonguni skal verða lív lagað. Tí er tað eitt upplagt høvi hjá løgmanni nú at koma fram við tilfeingisgjaldi, sum er eisini eitt barn hjá Sambandsflokkinum, so hann kann vísa styrki yvir fyri Fólkaflokkinum. Tá so Bárður Nielsen bara arrogant svaraði, at løgmaður má sjálvur svara fyri, hvat hann meinar..., so loypir ketan av. Tí sjálvandi hava Bárður Nielsen og løgmaður tosað saman um hendan trupulleikan. Slíkt verður avstemmað í einum flokki, har semja valdar.
Johan Dahl og løgmaður eiga makrelsemjuna við Tobba, Aksel og Poul Michelsen. Tá formaðurin í fíggjarnevndini soleiðis fyri opnum skíggja stingur sín egna formann, sum er eisini er løgmaður og sigursharri á valinum – soleiðis í ryggin, so spyr veljarin: Hvønn umboðar Bárður Nielsen? Jørgen Niclasen ella løgmann?
Nógv bendir á, at Bárður Nielsen ikki stuðlar løgmanni við tilfeingisgjaldinum.