Bakbit undir følskum navni

Í Sosialinum í gjár er eitt lesarabræv, sum svertar Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann á Sandi. Sosialurin harmast um mistakið

Sosialurin hevur havt sera nógv lesarabrøv í blaðnum hesar dagarnar upp undir valið, men tí verri hendir tað, at summi óreiðilig fólk senda lesarabræv inn undir følskum navni. Hetta hendi í blaðnum í gjár, har onkur undir følskum navni svertar Páll á Reynatúgvu á Sandi.

- Vit eru sera hørm um hetta, tí vit leggja stóran dent á ikki at prenta dulnevnd lesarabrøv, og í hesum føri hava vit ikki eftirkannað nóg væl, at avsendarin var í lagi, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

Blaðstjórin hevur tosað við Páll á Reynatúgvu um hetta í morgun, og í tíðindasendingini á Rás 2 kl 12 fekk Páll á Reynatúgvu eisini eina treytaleysa umbering.

Sosialurin kannar í løtuni, hvaðani telduposturin er sendur ? tí blaðið vil fegið hava orðið á veruliga avsendaran.