Tingbólkurin hjá Tjóðveldi fer í næstum at viðgera støðuna, ið er íkomin, aftaná at heimasíðan news.fo í gjár kundi vísa á eitt ljóðbrot frá stroymingini hjá Tjóðveldi frá flokstinginum í Hovi, har Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum, kallar tingformannin og partamannin Páll á Reynatúgvu fyri ein psykopat og egoist.
Tingkvinnan hevur alment og privat biðið um umbering fyri orðini, men sambært Kringvarpinum verður málið kortini viðgjørt í tingbólkinum.
Annita á Fríðriksmørk upplýsir eisini fyri Kringvarpinum, at tað er óvist nær fundurin verður, men at hon skal kanna við tinglimir nær tey kunnu.
Tingfundur er annars á skránni í morgin og hevði tað verið eitt upplagt høvi hjá flokkinum at viðgjørt støðuna, men av tí at Norðurlandaráðið hevur fund í Keypmannahavn í morgin, har Tjóðveldi eigur ein lim, er greitt, at tingbólkurin neyvan verður fullmannaður í morgin.

Bakbit skal viðgerast í tingbólkinum











