Bakbit av Tórshavnar Kommunu

Heðin Mortensen, borgarstjóri, skilir als ikki ákærurnar frá Vinnuhúsinum.

- Vit kunnu eisini bjóða arbeiði út til útlandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, eftir at hava verið fyri atfinningum úr Vinnuhúsinum um at kommunan leggur seg út í vinnuligt virksemi.

 

Í gjár sendi Vinnuhúsið út tvey tíðindaskriv, har tey funnust at, at kommunur og almenna fyrisitingin í ov stóran mun legði seg upp í vinnuligt virksemi, og at hetta var kappingaravlagandi fyri privatu aktørarnar.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur seg ikki skilja atfinningarnar. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Mortan Østerø hevði við Heðin Mortensen á Rás 2.