Bakari hevði ongantíð sæð eitt bakarí

Tá Sofus Hansen fór í læru sum bakarí í 1990, hevði eg ongantíð verið í einum bakaríi áður.

Ymiskar eru søgurnar aftan fyri ta lívsleið, sum fólk valdu sær.

 

- Tá eg fór í læru sum bakarí í 1990, hevði eg ongantíð verið í einum bakaríi áður.

 

Tað sigur rituvíkingurin, Sofus Hansen.

 

Bakaríið í Saltangará hevur nógv ár á baki, og seinastu átta árini er tað Sofus Hansen, sum hevur átt og rikið virksemið.

 

- Fyrstu ferð, eg slapp at síggja, hvat gekk fyri seg á einum bakaríi, var tann morgunin, eg byrjaði at læra, sigur hann. 

 

Tá Sofus varð liðugur at læra, arbeiddi hann eitt skifti á bakarínum hjá Gunleivi í Havn, men flestu árini síðan hevur hann arbeitt hjá Miðberg.

 

Bakarí Miðberg er eitt rættiliga stórt arbeiðspláss, og í løtuni hevur fyritøkan í Saltangará umleið 15-17 fulltíðarstørv.