Bakarar viðganga ólógligar prísavtalur

Fyrstu bakararnir hava goldð bøtur upp í 45.000 krónur fyri ólógligar avtalur um prísin á breyði og vinarbreyði

Tríggir bakarar hava valt at gjalda bøturnar fyri ólógligar prísavtalur og sleppa so undan at enda í rættinum.
Størsta bótin higartil er 45.000 krónur, sum eina bakari hevur valt at gjalda. Tveir aðrir hava goldið 15.000 og 5.000 krónur.
17 bakarar vóru skuldsettir fyri brot á kappingarlógina tí felagið hjá bakarunum hevði samskipað, hvussu nógv rugbreyð og aðrar bakaravørur skuldu kosta. Av teimum 17 hava 15 fingið uppskot til bøtur frá fútanum og higartil hava tríggir valt at gjalda bøurnar.
Linda Hesselbjerg, politiákæri, sigur at støddin á bótunum er roknað út frá, hvussu stóran part av marknaðinum teir ymsu bakararnir hava havt.
- Tað ber ikki til kanna, hvussu nógv rugbreyð ella vinarbreyð hvør einstakur bakari hevur selt, so støddin er ásett eftir mettari sølu, sigur Linda Hesselbjerg.

Brot á revsilógina
Ein av bakarunum er eisini skuldsettur fyri brot á revsilógina. Enn er ákæra ikki reist, men fútin tekur í ár støðu til, um ákæra skal reisast.
Tann bakarin er skuldsettur fyri ikki at hava givið kappingarráðnum tær upplýsingar, sum ráðið hevði biðið um. Verður hann ákærdur og dømdur kann revsingin vera upp í fýra mánaðar fongsul.
Linda Hesselbjerg væntar at tey málini, har uppskotini til bøtur ikki verða goldnar, vera latin Føroya Rætti í næstum.
- Hetta er eitt sera umfatandi mál. Bara at finna ein dag í rættinum, har sjey advokatar hava tíð, kann verða trupult, vísir Linda Hesselbjerg á.

Húsarannsóknir

Ein partur av tilfarinum til rættarmálið er fingið til vega við húsarannsókn. Kappingarráðið gjørdi saman við politinum húsarannsóknir á trimum støðum í Havn og hald var lagt á skjøl.
- Vit skulu fyljga við um kappingin er frí er teimum ymsu økjunum. Í hesum førinum var illgruni um, at bakararnir høvdu avtalað prísirnar sínámillum. Tað er ólógligt, sigur Terje Sigurðsson, fultrúi á Kappingarráðnum. Høvdu teir boðað kappingarráðnum frá, at teir høvdu gjørt avtalur, so kundi Kappingarráðið kannað tað. Men ikki at fráboða eina avtalu, er í stríð við kappingarlógina.
Hetta er fyrsta málið fyri brot á kappilógina, sum endar í rættinum. Kappingarráðið bíðar við spenningi eftir einum úrskurði.
- Kemur rætturin fram til, at talan er um brot á kappingarlógina, so eru onnur rlíknandi mál, sum eisini skulu kannas, sigur Terje Sigurðsson.
Skuldsetingarnar móti bakarunum er, at teir í 1997, 1999 og 2001 hava gjørt felags príslistar yvir vørurnar á hillunum. Og hetta skal vera gjørt og samskipað av Áhugafelagnum fyri bakarar.
- Eg havi ikki frætt eitt orð frá fútanum, so eg kann einki siga um tíðindini um, at onkrir bakarar hava goldið bøtur, sigur Carl Mouritsen, formaður í bakarafelagnum.