Mylnan og Burn lata í dag upp í miðbýnum í Havn. Tað verður í gamla Handilskjarnanum, ið nú er umbygdur og umvældur til at hýsa eini venjingarmiðstøð og bakaríi.
Venjingarmiðstøðin verður í trimum teim ovastu hæddunum og bakarí verður í tí niðastu hæddini.
Tað hevur verið nógvur aktivitetur í miðbýnum í samband við umvæling av bygninginum og arbeitt hevur verið so gott sum í døgndrift. Nú er arbeiðið so liðugt og latið verður upp í dag.
Almenn móttøka verður í dag kl. 15, har borgarstjórin Heðin Mortensen flytir fram røðu.