Bakaríini í Fuglafirði og á Skála lata aftur

"Uden mad og drikke, duer helten ikke?" siga tey. Men her er eingin "góða mamma"; tá ið hendan vikan er liðug, er alt mjølið hjá teimum trimum bakaríunum í Eysturoy uppi.
Bakaríið í Fuglafirði letur aftur longu í dag, og bakaríið á Skála letur helst aftur fyrst í komandi viku


Breyðtrot

Nógv fólk í Eysturoy hava keypt breyð hesar seinastu dagarnar, nú tað fyrst í vikuni frættist, at mjølið hjá øllum bakaríunum í Eysturoy av álvara er farið at ganga undan.

Letur aftur

Bakaríið, Breyðmolin í Fuglafirði, bakar seinastu breyðini í dag, og tá ið útselt er, letur bakarríið aftur.
  Í Fuglafirði siga tey, at latið verður ikki uppaftur, fyrr enn einar tveir dagar eftir, at verkfallið er av, tí neyðugt verður at fáa vøruna uppá pláss, áðrenn latið verður uppaftur.
  - Enn er ikki greitt, nær í morgin, vit lata aftur, men tá ið bakaravørurnar eru útseldar, og hvørki mjøl ella ger er eftir, er einki at hava opið til, søgdu tey á Breyðmolanum í gjár.
  Hjá Miðberg í Saltangará er støðan á leið tann sama sum í Fuglafirði, men sum skilst, er ætlanin ikki at lata bakaríið aftur.
  - Rugmjølið verður uppi í dag, men enn hava vit eitt sindur av hveitimjøli eftir. Tískil baka vit bara rugbreyð í dag aftrat.
  Hvussu leingi, hveitimjølið hjá Miðberg røkkur, er ilt at siga, men tað røkkur so til nakrar dagar aftrat, søgdu tey í Saltangará.

Bert eitt breyð

Á bakarínum á Skála siga tey, at har er mjølið eisini farið at ganga undan. Tey hava nakað tað sama eftir at rugmjøli og hveitimjøli.
  - Vit vænta, at vit hava mjøl til tað, ið eftir er av hesi vikuni; síðan røkkur mjølið ikki longur, og so verður bakaríið helst stongt, tí vit hava so fáar aðrar vørur í handlinum.
  Á Skála er "politikkurin" tann, at eingin fær meira enn eitt breyð, tí annars verður einki eftir til teirra, ið ikki hava høvi at keypa fyrr enn seinnapartin.
  Bæði í Fuglafirði, í Saltangará og á Skála hevur stórur gravgangur verið eftir bakaravørum seinastu dagarnar, nú fólk hava varhugan av, at mjølið gongur undan hjá øllum bakaríunum í Eysturoy.