Bakaríið letur upp um eina løtu

Nýggja undirhaldssendingin, »Bakaríið«, verður fyrstu ferð send á Rás 1 nú um eina løtu klokkan 21 Satira, ársins heimakokkur og reportaga. Í allar bestu senditíð í kvøld verður borðreitt við fyrstu sendingini Bakarínum, sum er nakað so forkunnugt sum føroyskt sjónvarpsundirhald. Higartil eru komnar 12 satirusendingar úr bakarovninum, og tær verða sendar hvørt leygarkvøld næstu vikurnar.

Tað er nýggja privata sjónvarpsrásin SV1, sum sendir Bakaríið á Rás1 hjá Televarpinum. Allir kundar hjá Televarpinum, umframt tey, sum hava talgildan móttaakara, kunnu síggja SV1 ókeypis. Menninir aftan fyri SV1 eru Jákup Veyhe, ið hevur fingist við millum annað skemt, film og sjónleik, og Petur Slyne, ið hevur arbeitt í lýsingavinnuni í mong ár.

Í Bakarínum er fjølbroytt tilfar. Ein høvuðstáttur er satiran, sum er framleidd til hetta serliga høvið, og fleiri kendir gestir verða í sendingini, eitt nú Sjúrður Skaale og Rudolf Joensen. Tað ljóðar, at tónleikarin Terji Rasmussen kemur á gátt í fyrstu sendingini.

Í Bakarínum verður sjálvandi eisini ein táttur um mat, og hvørt leygarkvøld fara tríggir heimakokkar at kappast um, hvør ger besta matin. Bert ein kemur víðari, og tað eru kokkarnir Leif Sørensen og Gyðja í Gongini, sum meta um avrikini við grýturnar.

Haraftrat sendir Bakaríið reportara og myndamann út at kanna, hvat hendir í býnum.

»Bakaríið« verður sent beinleiðis úr gamla bakarínum hjá Frants í miðbýnum í Havn, fyrstu ferð leygarkvøldið 2. apríl klokkan 21.