Eigaraskifti
Saltangará:
Bakaríið hjá Miðberg í Saltangará, skiftir eigara fyrsta dagin. Um hálvan mars yvirtaka Sofus Hansen og Rodmundur Nielsen partafelagið, sum eigur bakaríið. Bakaríið fer at halda fram undir sama navni.
Hóast teir hava keypt partafelagið, fara nýggju eigararnir onga broyting at gera ananrs, sigur annar teirra, Rodmundur Nielsen. Hann sigur, at kundarnir fara ikki at merkja, at eigarskifti hevur verið.
Hallgrím Mkiðberg byrjaði bakaríið, og nú hann gevst at baka, er avgjørt at selja bakaríið.
Tað verður annar av nýggju eigarunum, Sofus Hansen, av Glyvrum, sum fer at reka bakaríið. Sofus er sjálvur bakari.
Rodmundur Nielsen sigur, at teir hava keypt partafelagið, men vil ikki upplýsa nakrar prís. Fíggingin er fingin til vega frá Norðoya Sparikassa, sigur hann.
Nýggju eigararnir eiga hvør sína helvt av felagnum, upplýsir Rodmundur Nielsen.
Í samband við yvirtøkuna verður almenn móttøka í bakarínum fríggjadagin 15. mars frá klokkan 15 til 18, boða nýggju eigararnir frá.