Bagger skal ikki hava meiri enn seks ár

Verjin heldur, at Stein Bagger skal hava í mesta lagi seks ára fongsul. Ákærin krevur átta ár Lars Kjeldsen, sum er verji hjá Stein bagger, segði í rættinum í Lyngby í dag, at Stein Bagger eigur ikki at fáa meiri enn seks ára fongsul fyri svikið, sum haqnn hevur játtað seg sekan í.

Verjin nevndi, at tað finnast dømi um aðrar persónar, sum eru dømdir fyrio umfatandi svik, og sum fingu linari dóm enn tann, sum ákæruvaldið hevur kravt í málinum um Stein Bagger. Verjin nevndi partafelagstømaran Bjørn Stiedl og byggimeistaran Kurt Thorsen. Tann fyrri fekk sjey ára fongsul og tann seinni seks ára fongsul.

Lars Kjeldsen legði harafturat dent á, at Stein Bagger hevur hjálpt løgregluni við kanningunum í málinum, og at tað eigur at geva honum linari revsing.

Tað heldur ákæruvaldið eisini. Upprunaliga kravdi ákæruvaldið tólv ára fongsul, men sigur seg nú vera nøgt við átta ár.

Dómur fellur seinnapartin í morgin.