TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, sum sá sínar menn vinna stórsteypið til ognar við einum 2-1 sigri á KÍ á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Bagge er fegin um sigurin. Hann heldur stórsteypadystin verða meir enn ein vanligan venjingardyst, og hann heldur, at hansara menn vóru klárir til teir langu bóltarnar og nærdystirnar, sum KÍ plagar at brúka.
- Vit vóru klárir, og vit megnaðu væl at spæla okkum burturúr støðunum, staðfestir ein fegin Bagge, sum nú fer at gera klárt til fyrsta dystin í effodeildini, sum verður millum Víking og B36 i Sarpugerði í Norðragøtu, sunnudagin 12. mars.