Bagge: Vit spæla klókt

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er fegin um at verða komin í gongd við seinnu hálvu við einum sigri

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná Bagge hevði sæð sínar menn vunnið 4-0 stórsigur á ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í kvøld.

 

Bagge fegnast um, at hansara menn spældu klókt, og ikki brúktu óneyðuga nógvar kreftir. Tað var týdningarmikið ikki at fara og renna aftaná mótstøðuliðnum aftaná ein strævnan evropeiskan dyst á Tórsvølli farna týskvøld.

 

Bagge sigur, at tað hevði sera stóran týdning fyri Víking at fáa eina góða byrjan uppá seinnu hálvu, og tað fegnast hann stórliga um.