Bagge: Vit skulu hava ein miðvallara

B36 leitar uttanfyri landoddarnar eftir styrki

B36 boðaði í gjár frá, at Hanus Thorleifsson verður partur av hópinum komandi kappingarár, umframt at sáttmáli er gjørdur við Sandri Færø, Aksel Berg, Árna Guldborg Nielsen og Tóka á Lofti.

 

B36 var í kapprenningini um Hall Hansson, og hevur verið í samráðingum við TB um Rógva Joensen, men partarnir komu ikki ásamt um ein prís.

 

-       Vit leita eftir einum verjukendum miðvallara. Allir í føroysku kappingini hava sáttmála, so vit leita uttanlands, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá B36.

 

Um tað ikki eydnast at finna ein miðvallara, so verður ein loysn funnin í felagnum.

 

-       Eg havi ikki givið nøkrum møguleikan at royna leiklutin, so eg veit ikki um vit hava loysnina í hópinum, sigur Bagge og nevnar spælarar sum Símun Joensen og Jákup á Borg.

 

-       Teir eru royndir spælarar, sum kunnu spæla eftir boðum frá venjaranum, men hetta eru bara møguleikar, sum kundu hugsast, sigur venjarin hjá B36.

 

Tá Sámal Erik nevnir møguleikan at flyta Símun Joensen longur fram á vøllin, so er nærliggjan at spyrja um Alex José dos Santos er ein møguleiki, nú HB tykist vilja leiga hann út, men hesum avsannar venjarin.

 

- Vit leita eftir einum verjukendum miðvallara, er staðfestingin úr B36.